Løgmaður og Støre farnir á fund

Løgmaður og Støre farnir á fund
Bárður á Steig Nielsen og norski forsætisráðharrin viðgera m.a. fiskiveiðisamstarvið, sum Føroyar og Noreg hava við Russland
Løgmaður skrivaði í gestabókina hjá norska forsætisráðharranum, áðrenn teir settust við fundarborðið.
Mynd: Hallur av Rana  
 
12.10.2022 - 11:21

Fyri løtu síðani fóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, á fund í Oslo.

Fundurin er í bústaðnum hjá norska forsætisráðharranum.

Bárður á Steig Nielsen og Jonas Gahr Støre fara m.a. at viðgera, hvussu Føroyar og Noreg kunnu styrkja samstarvið, eitt nú á fiskivinnuøkinum.

Eisini fara teir at umrøða fiskiveiðisamstarvið, ið bæði Føroyar og Noreg hava við Russland.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

 

(Mynd: Hallur av Rana)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119