- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Noreg ætla at samstarva á fleiri økjum

Løgmaður og norski forsætisráðharrin høvdu ein góðan og gevandi fund í Oslo í dag, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Bæði Føroyar og Noreg hava havt eitt søguliga sterkt samstarv við Russland, og júst Russland var ovast á breddanum, tá ið Bárður á Steig Nielsen og Jonas Gahr Støre hittust í almenna bústaðnum hjá norska forsætisráðharranum.
Samstarvið við Russland
- Endamálið við fundinum var at fáa nærri at vita, hvørjar metingar norska stjórnin ger sær í samstarvinum við Russland. Eisini greiddi eg frá okkara støðu. Innlitið og vitanina taki eg nú við mær aftur til Føroya, har vit fara umrøða nærri, hvussu okkara samstarv við Russland skal skipast frameftir, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Bæði Føroyar og Noreg fordøma hvassliga russisku innrásina í Ukraina.
Størri samstarv
Báðir stjórnarleiðararnir halda, at tað er avgerandi at styrkja samstarvið landanna millum.
Millum samstarvsøkini, ið vórðu havd á lofti, vóru alivinna, fiskivinna, hjálandavinna, flogvinna og veitaravinna.
Føroyar og Noreg eru eisini á einum máli um, at neyðugt er framhaldandi at tryggja burðardygt fiskiveiðisamstarv í Norðuratlantshavi.
Løgmaður nýtti eisini høvi til at bjóða norska forsætisráðharranum á almenna vitjan í Føroyum, sigur løgmanskrivstovan.