Átta fólk tikin fyri at hava sprongt Krim-brúnna

Átta fólk tikin fyri at hava sprongt Krim-brúnna
Tass skrivar, at stjórin í fregnartænastuni hjá ukrainsku verjuni og starvsfólk hjá honum vóru millum teirra, sum skipaðu fyri bumbuspreingingini
Russiska fregnartænastan, FSB, hevur eyðmerkt 12 fólk, sum skulu hava skipað fyri atsóknini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.10.2022 - 08:50

Átta fólk eru handtikin eftir spreingingina á brúnni millum Russland og Krim-hálvoynna.

Tað skrivar almenna russiska tíðindastovan Interfax, sum endurgevur eitt talsfólk hjá russisku fregnartænastuni.

- Í løtuni eru fimm russiskir ríkisborgarar og tríggir úr Ukraina og Armenia, sum vóru uppi í brotsgerðini, handtiknir í málinum, skrivar Interfax.

Sambært russisku tíðindastovuni TASS, sigur FSB, at stjórin í fregnartænastuni hjá ukrainsku verjuni, Kirill Budanov, starvsfólk hjá honum og loyniumboð skipaðu fyri bumbuatsóknini.

Upplýsingarnar eru ikki váttaðar.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

12 fólk eyðmerkt

TASS skrivar, at FSB hevur eyðmerkt 12 fólk, sum skulu hava skipað fyri atsóknini.

Samskiftisdeildin hjá russisku fregnartænastuni skrivar, sambært TASS, at tey halda seg vita, hvat hendi, tá ið brúgvin millum hertiknu Krim-hálvoynna og Russland varð sprongd leygardagin.

Hon heldur, at bumban var krógvað í byggitilfari, og var send úr Odesa gjøgnum Bulgaria, Georgia og Armenia. 

- Bumban var fjald millum 22 pallar við byggitilfari, og var tíðliga í august send úr havnini í Odesa til býin Ruse í Bulgaria, stendur í fráboðan frá russisku fregnartænastuni FSB, og sum russiska tíðindastovan TASS endurgevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114