- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi og lærlingar kunnu søkja um ferðastuðul
Lesandi og lærlingar kunnu søkja um ferðastuðul
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu

Eingin ætlan er at geva lærlingum og lesandi, sum brúka bil at ferðast millum skúla ella arbeiðspláss og heimið, pengar, sigur Fíggjarmálaráðið.
11.10.2022 - 09:07
Fíggjarmálaráðið hevur ongar ætlanir um at geva lærlingum og lesandi, sum brúka bil til at ferðast millum skúla ella arbeiðspláss og heimið, pengar.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.
Hann leggur annars aftrat, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið varðar av studningsskipanum til lærlingar og lesandi.
Uni Rasmussen sigur, at lærlingar kunnu søkja um ferðastuðul.
Lesandi fáa ikki ferðastuðul, men kunnu keypa skúlakort frá Strandferðsluni, sum gevur teimum bíligan flutning millum skúla og heim.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV