- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erhard Joensen: Semja skuldi verið um tunnilsgjøldini frammanundan
Erhard Joensen: Semja skuldi verið um tunnilsgjøldini frammanundan
Tað var eitt mistak, at semjan í samferðslubólkinum fór út alment

Erhard Joensen er limur í samferðslubólkinum og formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.10.2022 - 12:57
- Tað var eitt mistak, at semjan í samferðslubólkinum fór út alment. Semja skuldi verið fingin í samgonguni um avtaluna frammanundan.
Tað sigur Erhard Joensen, limur í samferðslubólkinum og formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, ið vanliga hevur atkvøtt við samgonguni, hava boðað frá, at teir taka ikki undir við semjuni, sum samferðslubólkurin hevur gjørt. Tískil hevur samgongan ikki meiriluta fyri uppskotinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11102022_-_Erhard_Joensen_um_tunnilssemju
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV