- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar: Barsilsútgjaldið er ov lítið
Arbeiðsgevarar: Barsilsútgjaldið er ov lítið
Rættari er at hækka útgjaldið meira, so tað samsvarar betur við inntøkurnar hjá løntakarunum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag

Fyri at fíggja eitt hægri útgjald kundi útgjaldstíðarskeiðið verið stytt, heldur Føroya arbeiðsgevarafelag.
07.10.2022 - 11:02
Tað er ov lítið at hækka hámarkið fyri mánaðarliga barsilsútgjaldið 2.000 kr.
Rættari er at hækka útgjaldið meira, so tað samsvarar betur við inntøkurnar hjá løntakarunum.
Fyri at fíggja eitt hægri útgjald kundi útgjaldstíðarskeiðið verið stytt, heldur Føroya arbeiðsgevarafelag.
Arbeiðsgevarafelagið heldur ikki, at tað er rætt at brúka lækkingina í ALS-inngjaldinum sum sjónarmið fyri at hækka inngjaldið til Barsilsskipanina.
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur annars ongar viðmerkingar um at lækka inngjaldið til ALS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV