Strandferðslan skal sleppa at læna pening til endurnýgging

Strandferðslan skal sleppa at læna pening til endurnýgging
Samferðslubólkurin er eisini samdur um at lækka ferðaseðlaprísirnar hjá útoyggjafólki, suðuroyingum og sandoyingum
Strandfaraskipini eru gomul, men við at umskipa bygnaðin á SSL, verður skjótari at endurnýggja flotan, sigur samferðslubólkurin hjá samgonguni.
 
06.10.2022 - 13:19

Strandferðslan skal umskipast til ein almennan stovn, sum líkist bygnaðinum í Bústøðum.

Hetta verður gjørt, so at Strandferðslan m.a. skal fáa møguleika at taka lán til at endurnýggja strandferðsluflotan. 

Hetta er ein partur av semjuni hjá samferðslubólkinum. Semja er eisini um at taka av tunnilsgjøldini í Vága- og Norðoyatunlunum.

Triði partur av semjuni er at lækka ferðaseðlaprísirnar hjá útoyggjafólki, suðuroyingum og sandoyingum.

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er ein av limunum í samferðslubólkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06102022_-_Bigge_og_Strandferdslan

 
 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119