Íslendski tjóðbankin hevur aftur hækkað rentuna

Íslendski tjóðbankin hevur aftur hækkað rentuna
Endamálið er at tálma inflatiónini, og tað hevur eydnast, sigur stjórin í Seðlabankanum
Íslendski tjóðbankin hevur hækkað rentuna upp í 5,75 prosent.
Mynd: Viðskiptablaðið  
 
06.10.2022 - 14:34

Íslendski tjóðbankin hækkar aftur rentuna.

- Vónandi er hetta seinastu ferð í hesum umfarinum, at rentan hækkar, sigur stjórin í Seðlabanka Íslands, Ásgeir Jónsson, við íslendska kringvarpið, RÚV.

Leiðandi rentan hjá íslendska tjóðbankanum hækkaði 0,25 prosent í gjáramorgun. Rentan er nú 5,75 prosent. 

Eftirlitið hjá tjóðbankanum vísir, at nógvu rentuhækkingarnar seinastu mánaðirnar hava minkað um keypihugin hjá íslendingum og gjørt, at stígur er komin í bústaðarmarknaðin, júst sum ætlanin hjá stjórnini var.

 

Ásgeir Jónsson er tjóðbankastjóri í Íslandi (Mynd: DV.is)

 

Inflatiónin 9,3 prosent

- Inflatiónin í Íslandi er enn stór. Hon er 9,3 prosent. Tí halda vit, at vit mugu hækka rentuna aftur. Men samstundis síggja vit, at inflatiónin minkar, og at tað gongur rætta vegin, sigur Ásgeir Jónsson.

- Bústaðarmarknaðurin er ikki steðgaður upp, men íslendingar hugsa seg væl um, tá ið ræður um prís og keypiorku. Gongst sum ætlað, fer gongd at koma aftur á húsasøluna skjótt, sigur stjórin í Seðlabankanum, og leggur aftrat: 

- Mín meting er, at inflatiónin lækkar, og at bústaðarmarknaðurin kølnar eitt vet. Hetta fer at minka um fíggjarliga vøksturin í samfelagnum og steðga prísvøkstrinum, sigur Ásgeir Jónsson, stjóri í Seðlabanka Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369