Donsku sjóverjuskipini eru ov gomul

Donsku sjóverjuskipini eru ov gomul
Skipini eru yvir 30 ára gomul, og tí fáast ikki altíð eykalutir til teirra
Eykalutir fáast ikki altíð til donsku sjóverjuskipini, og teir mugu gerast so hvørt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.10.2022 - 08:23

Skipini, sum danska verjan hevur í Føroyum og í Grønlandi, eru ov gomul.

Tey eru tí til ampa fyri trygdina í Arktis, tí tey skulu so ofta á beding.

Hetta sigur ovastin í sjóverjuni, Carsten Fjord-Larsen, við Danmarks radio.

 

Fáa ikki eykalutir

Skipini eru yvir 30 ára gomul, og tí fáast ikki altíð eykalutir til teirra. Hesir mugu gerast so hvørt. Í fjør var Vædderen til dømis átta dagar á skipasmiðju í Íslandi.

Og stutt eftir tað noyddist Triton á beding í Frederikshavn.

Og Challenger-flogfarið, sum eigur at vera tøkt í Grønlandi hvønn einasta dag, hevur ofta verið í ólagi seinasta árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114