Merkel fær Nansen-heiðurslønina

Merkel fær Nansen-heiðurslønina
Tá ið Angela Merkal var kanslari, tók Týskland í 2015 og 2016 ímóti meira enn 1,2 milliónum flóttafólkum og fólkum, sum bóðu um friðskjól
Angela Merkel, fyrrverandi samveldiskanslari í Týslandi.
 
04.10.2022 - 14:15

ST-hákommisserurin fyri flóttafólk kunngjørdi í dag, at fyrrverandi týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, fær Nansen-heiðurslønina í ár. 

Tá ið Angela Merkal var kanslari, tók Týskland í 2015 og 2016 ímóti meira enn 1,2 milliónum flóttafólkum og fólkum, sum bóðu um friðskjól.

Heiðurslønin er uppkallað eftir norska rannsóknarfaranum, vísindamanninum, diplomatinum og neyðhjálpaarbeiðaranum, Frdtjof Nansen. 

Heiðurslønin verður latin á hvørjum ári til eitt fólk, bólk ella felagsskap, sum meira enn vanligt hevur útint nakað,  ið væntandi kann verja flóttafólk, fólk, sum flýggja í egnum landi, ella fólk, sum ongan ríkisborgaraskap hava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114