200.000 fólk farin í hertænastu í Russlandi

200.000 fólk farin í hertænastu í Russlandi
Endamálið er at styrkja stríðsførleikan hjá russiska herinum í Ukraina
Tað tekur tíð, áðrenn flestu eykaherfólkini koma fram til hermótið, har tey skulu lærast upp og fáa útgerð. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.10.2022 - 15:10

Meira enn 200.000 fólk eru nú farin í hertænastu í russiska herinum, síðani fráboðanin um innkallingar til tænastu kom.

Tað sigur verjumálaráðharrin í Russlandi, Sergej Sjoigu.

21. september boðaði forsetin, Vladimir Putin, frá, at eykaherdeildir fóru at vera boðsendar til tænastu. 

Endamálið er at styrkja stríðsførleikan hjá russiska herinum í Ukraina.

Tað tekur tíð, áðrenn flestu eykaherfólkini koma fram til hermótið, har tey skulu lærast upp og fáa útgerð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114