106 almennir bústaðir í Nuuk standa tómir

106 almennir bústaðir í Nuuk standa tómir
Eftirsleipið í viðlíkahaldinum av leigubústøðum hjá sjálvstýrinum er millum 2,1 og 2,3 milliardir krónur
Eisini í grønlendska høvuðsstaðnum er bústaðartrotið stórt. (Savnsmynd)
 
04.10.2022 - 16:19

Eisini í Grønlandi eru bústaðir tómir, hóast bústaðartrotið er stórt.

Sambært KNR eigur sjálvstýrið 106 tómar bústaðir í Nuuk.

Teir kosta landskassanum 4,5 mió. kr. í mistum leiguinntøkum um árið. Tí miðal húsaleigan er 43.000 kr. um árið.

Orsøkin til, at eingin býr í bústøðunum, er millum annað blámusoppur, hevur KNR fingið at vita.

Landsstýrið sigur, at eftirsleipið í viðlíkahaldinum av leigubústøðum hjá sjálvstýrinum er millum 2,1 og 2,3 milliardir krónur.

Haraftrat koma kommunurnar við hálvari aðrari milliard í eftirsleipi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114