- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havstovan skal hava jarðhita
Havstovan skal hava jarðhita
Mett verður, at við verandi oljuprísum er íløgan afturgoldin um seks ella sjey ár

Bygningurin í Nóatúni, har Havstovan heldur til, er sera væl egnaður til at leggja um til varandi orkukeldur.
03.10.2022 - 11:23
Fiskimálaráðið arbeiðir við at fáa allar sínar stovnar grønar.
2,5 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini næsta ár til jarðhita til Havstovuna.
Landsverk hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at bygningurin í Nóatúni, har Havstovan heldur til, er sera væl egnaður til at leggja um til varandi orkukeldur.
Mett verður, at við verandi oljuprísum er íløgan afturgoldin um seks ella sjey ár
MRCC-støðin og Veðurstøðin hava jarðhita.
Fiskimálaráðið og Vørn halda til í leigaðum hølum, sum ikki eru rikin við varandi orkukeldum.
Ráðið fer at taka upp samband við útleigaran um skifta til grøna orku, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálaðaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV