Forsetaval í Brasil: Lula vann fyrra valumfar

Forsetaval í Brasil: Lula vann fyrra valumfar
Av tí at hvørki av valevnunum fekk meira enn helvtina av atkvøðunum, verður nýtt valumfar 30. oktober
Lula da Silva fekk 48,4 prosent av atkvøðunum á fyrra valumfari
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.10.2022 - 08:23

Inacio Lula da Silva, sum fekk flestar atkvøður á brasilska forsetavalinum í gjár, sigur seg fara at stríðast allan vegin til seinna valumfar 30. oktober.

Lula fekk 48,4 prosent av atkvøðunum, og sitandi forsetin, Jair Bolsonaro, fekk 43,2 prosent. 

Nú hvørgin fekk meira enn helvtina av atkvøðunum, verður nýtt valumfar 30. oktober.

 

"Einki hendir av tilvild"

Lula da Silva tosaði í nátt við veljarar eftir at valúrslitið var greitt:

- Tað er eitt í mínum lívi, sum dregur meg, eggjar mær og endurføðir meg hvønn dag, - tað er, at eg haldi, at einki er av tilvild. Einki hendir av tilvild. Undir øllum hesum valstríðnum lógu vit á odda í almennum veljarakanningum frá øllum stovnum, eisini teimum, sum ikki vildu, at vit skuldu vinna, og góvu okkum fremsta pláss. Eg havi altíð vitað, at vit fóru at vinna hesi val. Og eg vil eisini endurtaka, at vit fara at vinna hesi val.

 

Jair Bolsonaro, forseti, á vali í gjár (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stúrir fyri vinstravonginum

Jair Bolsonaro, forseti, tosaði í nátt eisini við sínar veljarar, sum stóðu uttan fyri forsetaborgina:

- Tað, sum eg stúri mest fyri, er, at Brasil missir sítt frælsi, at Brasil fer yvir á vinstravongin, í somu slóð sum Venesuela, Argentina, Kolombia, Kili og Nikaragua. Tað er tað, sum eg stúri fyri, har fyrsta offrið er frælsi hjá fólkinum, segði Jair Bolsonaro í nátt.

 

Ætlar at vera sitandi

Bolsonaro hevur fleiri ferðir undan valinum sagt, at tapir hann valið, so er valsvik framt, og um so er, útihýsir hann ikki, at hann rætt og slætt verður sitandi sum forset,i og sostatt fremur beinleiðis statskvett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369