- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljustuðul og skattalætti

Uppskotið um 7.000 kr. í oljustuðli verður lagt fram í tinginum í vikuni, og harumframt arbeiðir landsstýrið við einum uppskoti um skattalætta, sum verður lagt fram sum fylgilóg til fíggjarlógina.
Uppskotið um fíggjarlóg fyri næsta ár verður lagt fram fríggjadagin.
Tað var upplýst í tinginum í dag, tá ófráboðaðir spurningar vóru í tinginum.
Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, svaraði m.a. soleiðis:
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, upplýsti í einum svari, at skattalættin verður mettur at kosta 70 mió. kr. Ein triðingur av upphæddini er ætlaður sum skattalætti til serliga barnafamiljur, og tveir triðingar av upphæddini verða brúktir til at broyta skattastigan.