Avgerðin er ikki politiskt kjølfest

Avgerðin er ikki politiskt kjølfest
Landsstýrismaðurin var ikki kunnaður, og hevur ikki góðtikið ætlaðu tillagingarnar hjá Sernámi
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at hann ætlar at fáa eina betri sernámsfrøðiliga tænastu til børn og ung.
 
28.09.2022 - 14:06

Avgerðin um at skerja virksemið hjá Sernámi á dagstovnaøkinum er ikki kjølfest politiskt. 

Landsstýrismaðurin var ikki kunnaður og hevur ikki góðtikið ætlaðu tillagingarnar hjá Sernámi.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið var kunnað, eftir at avgerðin var tikin og send út sum teldupostur til dagstovnar og dagrøktir í Føroyum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu.


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, spurdi landsstýrismannin um skerjingar á Sernámi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Spurnarkanning

Sernám hevur skert virksemið, tí Sernám hevur ikki nóg nógv starvsfólk. 

Jenis av Rana sigur, at hann ætlar at fáa eina betri sernámsfrøðiliga tænastu til børn og ung.

Í fyrsta umfari verður kannað, hvussu sernámsfrøðiligu tænasturnar eru í fólkaskúlanum.  

Í hesum sambandi hevur Jenis av Rana tikið stig til eina spurnarkanning um økið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119