Hava skrásett tvær spreingingar við Nord Stream-gassleiðing

Hava skrásett tvær spreingingar við Nord Stream-gassleiðing
Leki er staðfestur bæði í svenskum og donskum sjógvi
Lekar frá Nord Stream-leiðingini eru staðfestir bæði í donskum og svenskum sjógvi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
27.09.2022 - 15:17

Svenskir myndugleikar boða frá, at jarðskjálvtafrøðingar, seismologar, skrásettu tvær harðar spreingingar við Nord Stream gassleiðingina í gjár.

- Eingin ivi er um, at hetta vóru spreingingar, sigur Bjørn Lund, leiktari í jarðskjálvtafrøði við svenska jarðfrøðistovnin, SNSN.

Eisini týskir jarðfrøðingar hava skrásett spreingingarnar, skrivar Reuters.

Og stutt eftir, at boðað varð frá, at trýstið minkaði í russisku Nord Stream-gassleiðingini, ávaraði svenska sjóverjan frá lekum í svenskum og donskum sjóøki.

- Vit hava fingið kunning um, at tað lekur í tveimum støðum, í donskum og svenskum sjóøki, sigur Fredrik Strømbeck í svensku sjóverjuni. 

Skipaferðslan í økinum er ávarað um lekarnar, tí vandi er fyri eldi í gassleiðingini.

Sí myndir frá donsku verjuni av lekanum her:

 

 

 

Stórt hol

Donsku orkumyndugleikarnir siga í dag, at talan er ikki um rivu í gassleiðingini, men um stórt hol, skrivar Berlingske.

Felagið, sum rekur gassleiðingina, sigur í tíðindaskrivi, at enn ber ikki til at siga, nær gassleiðingin er virkin aftur.

- Oyðileggingar, sum hendu í gjár og í dag, hava vit ongantíð sæð áður, skrivar Nord Stream AG í fráboðanini.

Danmark og Svøríki hava kallað saman til kreppuráð, og fundurin verður helst í kvøld.

- Fundurin fer at snúgva seg um, hvussu nógv vit vita, sigur svenski uttanríkisráðharrin, Ann Linde, við E24.

 

Nord Stream 1 og 2-gassleiðingarnar. (Grafikkur: TV2 Danmark)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497