Pundið minkar nógv í virði

Pundið minkar nógv í virði
Pundið kann falla so nógv, at tað nærkast virðinum á amerikanska dollaranum
Fráboðan um skattalætta gjørdi, at pundið fall nógv í virði.
 
26.09.2022 - 09:36

Eftir at bretski fíggjarmálaráðharrin, Kwasi Kwar-teng, fríggjadagin boðaði frá einum stórum skattalætta, er virðið á bretska pundinum fallið til tað lægsta higartil, skrivar tíðindastovan AFP. 

Í gjár boðaði fíggjarmálaráðharrin frá enn fleiri skattalættum til tey hægstløntu, og tað skundaði bara undir fallið av pundinum.

Ætlanin hjá bretsku stjórnini var annars at skunda undir íløguhugin kring alt landið og at útvega fleiri arbeiðspláss.

Mett verður, at virðið á pundinum fer at falla so nógv, at tað nærkast virðinum á amerikanska dollaranum.

Og útlitini fyri bretska búskapin eru sera døpur. 

Økti prísurin á gassi skundar eisini undir kreppuna, og búskaparfrøðingar hava mett, at inflatiónin kann koma heilt upp á 22 prosent í vetur.

 

Kwasi Kwar-teng er fíggjarmálaráðharri í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114