- Tíðindi, mentan og ítróttur
Laksaprísurin sveiggjar nógv
Laksaprísurin sveiggjar nógv
Prísurin var 29 kr./kg í desember 2020, men í apríl í ár var hann 95 kr./kg
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-01-27-09h47m53s688.jpg?itok=wZtuMinm)
26.09.2022 - 15:18
Tað var óvanliga stórt sveiggj í laksaprísinum í vár.
Landsbankin sigur, at laksaprísurin í desember 2020 var heilt niðri á 29 kr./kg., men er síðani hækkaður nógv, og setti í endanum av apríl 2022 met, tá spotprísurin á fishpool.eu var 95 kr./kg.
Spotprísurin á laksi er í løtuni nærri 46 kr./kg.
Ikki allur laksurin er seldur fyri høga spotprísin; sumt verður til dømis útflutt sum verður - ella portiónir, og verða vanliga seldar fyri prísin, ið var galdandi í fjør.
Meðan Fishpool væntar, at prísurin fer at hækka eitt vet móti endanum av árinum, væntar alivinnan, at prísurin fer at lækka í heyst, tí útboðið á heimsmarknaðinum er vaksið, sigur Landsbankin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV