- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fleiri biðja um hjálp frá Reyða Krossi
Nógv fleiri biðja um hjálp frá Reyða Krossi
Stórur vøkstur hevur verið í umbønunum um mat og klæðir, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bjork_3.jpg?itok=HjZbArwG)
Bjørk Wiggins er samskipari hjá Reyða Krossi.
22.09.2022 - 12:00
Nógv fleiri biðja nú Reyða Kross um hjálp.
Samanborið við september í fjør, er vøksturin umleið 65 prosent higartil í september, og hann verður helst størri síðst í mánaðinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21092022_-_Bjork_Wggins
Á Herberginum í Havn er gongdin tann sama. Tey hava fingið 50 prosent fleiri umbønir um hjálp henda mánaðin samanborið við september í fjør.
Tanya Møller, sum hevur Facebook-bólkin "Yvirskot til tín," sigur í viðmerking við Kringvarpið, at eisini hon merkir størri eftirspurning um hjálp.
Seinastu dagarnar hevur bólkurin fingið 14 umbønir um hjálp.
Í bólkinum "Yvirskot til tín" verða tey, sum hava tørv á hjálp, sett í samband við tey, sum veita hjálp.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV