Søkja aftur eftir stjóra til Fólkaheilsuráðið

Søkja aftur eftir stjóra til Fólkaheilsuráðið
Nýggja umsóknarfreistin er 7. oktober.
Sambært lógini um Fólkaheilsustýrið skal stovnurin m.a. gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan fyri heilsuøkið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2022 - 08:16

Áhugin at gerast stjóri í Fólkaheilsustýrinum er ikki stórur.  Ov fáar umsóknir vóru til starvið, tá freistin at søkja var úti 1. september. 

Fýra umsóknir komu til starvið.

Neyðugt er at søkja eina ferð aftrat eftir stjóra at standa á odda fyri nýggja Fólkaheilsustýrinum, sum verður sett á stovn á nýggjárinum. 

Sambært lógini um Fólkaheilsustýrið skal stovnurin m.a. gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging í heilsuøkinum og:

 - Ráðgeva myndugleikum og stovnum í heilsufakligum spurningum.

- Hava um hendi fólkaheilsuarbeiði, upplýsing, tiltøk innan fyri fólkaheilsu, umsita og styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu.

- Umsita tær uppgávur, sum í dag liggja hjá Ílegusavninum

- Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti.

- Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu.

- Og umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum.

Nýggi stjórin skal skipa og byggja upp nýggja stovnin og samansjóða stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum.

Nýggja freistin til at søkja starvið er 7. oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119