Herjólfur tekur færri ferðafólk og bilar enn ætlað

Herjólfur tekur færri ferðafólk og bilar enn ætlað
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni
Herjólfur III á Havnini.
 
19.09.2022 - 16:09

Herjólfur, avloysaraskipið á Suðuroyarleiðini, tekur ikki so nógvan farm og ferðafólk, sum Strandferðslan áður hevði upplýst.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, tingmann fyri Javnaðarflokkin.

Hann spurdi, um landsstýrismaðurin gav skeivar upplýsingar, um hvussu nógv ferðafólk, bilar, farm, bingjur og trailarar, Herjólfur III hevur pláss fyri.

Landsstýrismaðurin svarar, at Strandferðslan 11. juli fekk undangóðkenning av millumlanda málibrævi at hava 481 ferðafólk. 

Men tá ið endaliga ferðafólkaloyvið kom frá Sjóvinnustýrinum, var ferðafólkatalið avmarkað til 391.

 

 

42-45 pláss til bilar

Uni Rasmussen sigur eisini, at Strandferðslan upplýsti, at Herjólfur fór at taka upp til 67 bilar. Strandferðslan gjørdi av at seta eitt bilrað av í stýriborði til átrokandi farm og lastbilaflutning, umframt fast pláss til sjúkraflutning, og tí eru 42-45 føst pláss til persónbilar á hvørjum túri, undantikið á farmatúrum. 

Tá ið ræður um farm, upplýsti Strandferðslan, at Herjólfur fór at taka 16-18 trailarar/sleip í ymiskum støddum og longdum. Tær upplýsingarnar bygdu á útrokningarnar á upplýsingar og tekningar frá Vegagerðini í Íslandi.

Í flestu førum er talan um 40 fót bingjur, og fyribils útrokningar vístu, at tað bar til at hava upp í níggju eindir av 40 fót bingjum við á hvørjum túri. Aftaná royndarsiglingina í august varð tað av praktiskum ávum broytt til seks eindir, sigur Uni Rasmussen í svarinum til Bjarna Hammer. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119