- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ruddaðu 10 tons av ruski
Ruddaðu 10 tons av ruski
Harímillum 1 kilo av sigarettstubbum í Gomlurætt
18.09.2022 - 11:53
Umleið 1.000 fólk ruddaðu kring landið í gjár, tá ið tiltakið Rudda Føroyar var á skránni.
Sigrun Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar, upplýsir, at fyribils uppteljingin vísir, at umleið 10 tons av ruski eru ruddað. Harímillum var eitt kilo av sigarettstubbum, sum fólk tóku upp á Gomlurætt í gjár. Tað svarar til 4.000 sigarettstubbar.
Samlaða talið av ruski fer at vaksa nakað aftrat næstu dagarnar, tí fleiri skúlaflokkar og fyritøkur fara at halda fram við at rudda mánadagin.
Tey, sum rudda, skráseta mongdirnar av ruski inni á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar.
Í fjør tóku 1.234 fólk 15 tons av burturkasti upp úr føroysku náttúruni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV