- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur eldur í sethúsum í Havn
Stórur eldur í sethúsum í Havn
Løgreglan heitir á grannar um at lata vindeygu og hurðar aftur, tí roykurin er so nógvur.
Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík.
16.09.2022 - 13:55
Stórur eldur er í einum sethúsum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.
Fólk, sum vóru í húsunum, eru komin út, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini, Paula Eikhólm.
Tað var klokkan eitt korter til tvey, at løgreglan fekk fráboðan um eldin.
Tað var onkur, sum gekk framvið, ella var nærindis, sum ringdi til politiið.
- Politibilar og sjúkrabilur vórðu sendir á staðið, soleiðis sum vit altíð gera, sigur vaktarleiðarin.
Løgreglan heitir á grannar um at lata vindeygu og hurðar aftur, tí roykurin er so nógvur.
Enn veit løgreglan einki um, hví eldur kom í.
(Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV