Valúrslitið í Svøríki væntandi greitt í dag

Valúrslitið í Svøríki væntandi greitt í dag
250.000 atkvøður eru eftir at telja, men nógv bendir á, at borgarligu flokkarnir hava vunnið
Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, valkvøldið. Nógv bendir á, at hann verður nýggjur forsætisráðharri í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.09.2022 - 08:16

Í dag skulu svensku veljararnir rokna við at fáa endaliga úrslitið av ríkisdagsvalinum, sum var sunnudagin.

Allar atkvøður, sum skulu teljast við, skuldu vera komnar til valstøðini í gjárkvøldið kl. 8, og í morgun verður farið undir at telja tær umleið 250.000 atkvøðurnar, sum eru eftir at telja.

Hóast atkvøður eru eftir, so eru ábendingar um, at borgarligi vongurin í Svøríki, fer at skipa stjórn.

Tað sigur tíðindakvinnan hjá DR, Anna Gaarslev.

- Í løtuni sær út til at Ulf Kristersson í Moderata flokkinum saman við øðrum fær meiriluta í ríkisdegnum. 50.000 atkvøður, sum eru eftir at telja, eru frá svium uttanlands, og tey velja vanliga borgarligar flokkar. Og um hinar brævatkvøðurnar eru sum vanligt, verður helst talan um borgarligan valsigur. Men einki er avgjørt, fyrr enn liðugt er at telja, sigur Anna Gaarslev.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117