Vilja hava Putin frá

Vilja hava Putin frá
18 kommunalpolitikarar siga, at sjónarmiðini og hátturin hjá russiska forsetanum at leiða Russland er avoldaður
Russiskir kommunalpolitikarar vilja hava Putin, forseta, at leggja frá sær.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.09.2022 - 08:39

18 russiskir politikarar úr ymsum økjum við Moskva og Sankta Pætursborg hava skrivað undir eitt bræv, har teir heita á Vladimir Putin, forseta, um at leggja frá sær.

Tað skrivar ein av politikarunum, Ksenia Thorstrøm, á Twitter. Hon er kommunalpolitikari í einum øki við Sankta Pætursborg.

- Tíni sjónarmið og tín háttur at leiða landið er avoldaður og forðar fyri menning av russiska fólkinum.

Boðini koma eftir, at fyrstu økis- og kommunuvalini hava verið í Russlandi, síðani innrásin í Ukraina byrjaði.

Tey, sum halda við Kreml og Putin, vunnu stórsigur á valunum, skrivar CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117