Svøríki: Ógildugar atkvøður kunnu verða góðkendar

Svøríki: Ógildugar atkvøður kunnu verða góðkendar
Tá ið atkvøðurnar á valinum í Svøríki vóru taldar upp sunnukvøldið, vóru meira enn 90.000 atkvøðuseðlar mettir at vera ógildugir
Bara 47.000 atkvøður eru á muni millum reyða og bláa veingin í svenska ríkisdegnum eftir valið sunnudagin. Henda myndin er frá uppteljingini í Malmø.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.09.2022 - 10:21

Fleiri av atkvøðuseðlunum á valinum í Svøríki sunnudagin, sum eru mettir at vera ógildugir, kunnu kortini verða góðkendir og sostatt ávirka sera javna valúrslitið.

Tá ið atkvøðurnar vóru taldar upp sunnukvøldið, vóru meira enn 90.000 atkvøðuseðlar mettir at vera ógildugir.

Tað eru fylkisstýrini, sum endaliga skulu góðkenna atkvøðuseðlarnar, og niðurstøðan hjá teimum kann vera, at túsundtals atkvøður kortini eru gildugar, skrivar tíðindastovan TT.

 

Fylkini góðkendu 25.000 atkvøður

Á valinum í 2018 ógildaðu kommunurnar nærum 84.000 atkvøður, men fylkini góðkendu kortini 25.000 av teimum.

Í gjárkvøldið vóru 47.000 atkvøður á muni millum reyða og bláa veingin, blái vongur hevði munin.

Endaliga valúrslitið verður ikki greitt fyrr enn í morgin ella hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117