Stjórnarsamráðingar eru byrjaðar í Svøríki

Stjórnarsamráðingar eru byrjaðar í Svøríki
Formenninir í Moderata flokkinum og í Svørkisdemokratunum fóru í dag undir stjórnarsamtalur, skrivar Aftonbladet
Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, og Jimmie Åkesson, formaður í Svøríkisdemokratunum, eru byrjaðir samráðingarnar um eina nýgga borgarliga stjórn
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.09.2022 - 15:19

Longu í nátt avtalaðu formenninir í Moderata flokkinum og Svøríkisdemokratunum at fara undir stjórnarsamtalur. 

Tá Jimmie Åkesson, formaður í Svøríkisdemokratunum, var á veg inn á skrivstovuna hjá Moderata flokkinum um middagsleitið í dag, vildi hann ikki tosa við fjølmiðlar um, hvat fór at henda.

Men Aftonbladet skilir, at samskiftið millum politisku leiðsluna í flokkunum báðum byrjaði longu í nátt.

 

Í veruleikanum stjórnarsamráðingar

"Innanhýsis verður hetta lýst sum fyrireikandi samtalur, men í veruleikanum er talan um stjórnarsamráðingar, sum eru byrjaðar," sigur kelda, sum hevur tætt tilknýti til leiðsluna í Moderata flokkinum.

Sambært kelduni kjakast partarnir um vanligu fortreytirnar fyri at skipa stjórn, men eisini um, hvør skal vera formaður í Ríkisdegnum.

Væntandi fer formaðurin í Libirala flokkinum, Johan Pehrson, ein av næstu døgunum at tosa við formannin fyri Moderata flokkin, Ulf Kristersson.

 

Stuðla einari borgarligari stjórn

Liberali flokkurin hevur sagt, at hann stuðlar borgarligari stjórn, men vil ikki samstarva við Svøríkisdemokratarnar.

Hildið verður, at ikki er neyðugt hjá forkvinnuni fyri Kristnudemokratarnar, Ebbu Busch, at tosa við Kristersson nú, tí gott stev er millum hesar báðar flokkar.

Moderati flokkurin hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til fundarvirksemið í dag. 

Floksformenninir fara neyvan heldur at gera viðmerkingar, fyrr enn valúrslitið er greitt mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117