Polar Seafood selt síni partabrøv í russiskum dótturfelag

Polar Seafood selt síni partabrøv í russiskum dótturfelag
Líka síðani Russland tók seg inn í Ukraina í februar, hevur Polar Seafood roynt at selt sín part í russiska dótturfelagnum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq
 
12.09.2022 - 11:33

Grønlendska felagið Polar Seafood hevur selt síni partabrøv í russiska dótturfelagnum. 

Líka síðani Russland tók seg inn í Ukraina í februar, hevur felagið roynt at selt sín part í russiska dótturfelagnum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Partabrøvini eru seld russiska samstarvsfelaganum og stjóranum í dótturfelagnum, Konstantin Kuznetsov-Serbskij.

Avtalan var undirskrivað í august, og nú er sølan endaliga avgreidd, sigur Henrik Leth, nevndarformaður í Polar Seafood.

Konstanin Kuznetsov-Serbskij átti frammanundan 25 prosent av partabrøvunum.

Polar Seafood hevur hjálpt stjóranum at keypa partabrøvini við at veita honum lán. 

- Vit eru ikki ótrygg um hetta, tí vit hava arbeitt saman við honum í nógv ár og hava fult álit á honum, sigur Henrik Leth, nevndarformaður, við Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117