Elizabeth drotning stendur undir børu í Edinburgh næsta samdøgrið

Elizabeth drotning stendur undir børu í Edinburgh næsta samdøgrið
Seinnapartin fylgdu bretska kongafamilja og skotar børuni hjá Elizabeth drotning inn í St. Giles dómkirkjuna í Edinburgh
Elizabeth drotning stendur næsta samdøgrið undir børu í St. Giles dómkirkjuni í Edinburgh
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.09.2022 - 16:14

Charles kongur, Camilla drotning og hini í familjuni eru í Edinburgh, har tey seinnapartin hava fylgt børuni við Elizabeth drotning.

Børan varð koyrd gjøgnum miðbýin í Edinburgh til St. Giles dómkirkjuna.

Kistan kemur til St. Giles dómkirkjuna í Edinbugh. 

Charles kongur, Anna prinsessa og Andrew prinsur. 

Skotar í túsundatali vóru møttir til at vísa Elizabeth drotning ein seinasta heiður. 

Løtan var sorgblíð, tí Elizabeth drotning var sera væl lýdd í Skotlandi, sum eisini hevði eitt heilt serligt pláss í hjarta drotningar. 

Minnisgudstænasta varð í St. Giles dómkirkjuni seinnapartin. 

Løtan í Edinburgh í dag var serstakliga hátíðarlig. 

Kistan við Elizabeth drotning verður borin inn í St. Giles dómkirkjuna. 

Skotska krúnan liggur oman á kistuni við Elizabeth drotnin, sum næsta samdøgrið fer at standa í St. Giles dómkirkjuni í Edinburgh, har fólk fáa høvið at siga farvæl. 

Skotska krúnan er heimsins elsta, visti BBC at siga frá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117