- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mvg frá stroymingartænastum til mentan og list

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at heita á landsstýrið um at gera uppskot, um at meirvirðisgjaldið, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, verður játtað til film, tónleik, mentan og list í Føroyum.
Ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, vísir, at í minsta lagi 13,5 milliónir kr., sum føroyingar rinda í meirvirðisgjaldi, fara av landinum á hvørjum ári.
Peningurin endar annaðhvørt hjá útlendsku stroymingartænastunum ella í danska statskassanum, heldur enn í landskassanum, har inntøkurnar hoyra heima, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingum til uppskotið.
Tvífalt so stór upphædd
Í løtuni vera játtaðar tilsamans 13,5 milliónir á fíggjarlógini til filmsstuðul og virksemið hjá Mentanargrunninum.
Kom meirvirðisgjaldið fyri stroymingartænasturnar í landskassan, kundi játtanin til filmsstuðul og Mentanargrunnin verið tvífalt so stór, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.