- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu heinta heilivág í postkassa
Apoteksverkið fer at seta í verk eina royndarskipan við postkassum, har fólk sjálv kunnu heinta heilivágin.
Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til munnligan fyrispurning frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, í tinginum í gjár.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spurdi um málið í tinginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vági kommunu. Hann fegnast um ætlanina. (Mynd: Bjarni Rubeksen)
Skipanin skal leggja upp fyri, at munur er á heilivági. Tí er ósannlíkt, at allur heilivágur kann heintast í postkassaskipanini, tí atlit skulu takast til trygga varðveitslu.
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fegnast um ætlanina. Men hann heldur, at apotek eigur at vera í Vágum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: