Evropeiski miðbankin hækkar rentuna í dag

Evropeiski miðbankin hækkar rentuna í dag
Eygleiðarar vænta, at rentan hækkar millum 0,5 og 0,75 prosentstig
Hækkar miðbankin rentuna 0,75 prosentstig, verður talan um størstu hækkingina, síðani tey flestu londini í ES fóru undir at nýta evruna sum gjaldoyra.
 
08.09.2022 - 08:28

Bíðað verður í spenningi eftir, hvussu nógv evropeiski miðbankin fer at hækka rentuna á fundinum í dag.

Miðbankin hevur sum mál at halda inflatiónini á tí stigi, sum prísirnir hækka, vanliga tvey prosentstig um árið.

Men seinastu mánaðirnar hevur inflatiónin verið ógvuslig í Evropa, meir enn níggju prosentstig í august.

Tí eru serfrøðingar ikki í iva um, at miðbankin fer at hækka rentuna í dag, fyri at royna at tálma inflatiónina.

Spurningurin er bara, hvussu nógv rentan hækkar, men tað verða 0,5 ella 0,75 prosentstig.

Og síðani fara bankar og fíggjarstovnar at laga sína rentu eftir tí.

Hækkar miðbankin rentuna 0,75 prosentstig, verður talan um størstu hækkingina, síðani tey flestu londini í ES fóru undir at nýta evruna sum gjaldoyra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117