Evropeiski Miðbankin hækkar rentuna 0,75 prosentstig

Evropeiski Miðbankin hækkar rentuna 0,75 prosentstig
Roknað verður við, at danski Tjóðbankin fer at fylgja Miðbankanum og hækka donsku rentuna
Tá leiðslan í Evropeiska Miðbankanum kunngjørdi rentuhækkingina fyrr í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.09.2022 - 14:01

Evropiski Miðbankin hevur í dag hækkað rentuna 0,75 prosent stig.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Hetta er størsta rentuhækkingin, síðani evran kom í 1999, og tað merkir samstundis, at rentan fyri fyrstu ferð í tíggju ár er positiv.

- Ætlanin er at minka um inflatiónina. Men hetta verður herskin kostur hjá privatfólki. Tað verður dýrari at læna pengar, og tað fer at seta ferðina niður i búskapinum, sigur fíggjarkorrespondenturin hjá DR, Casper Schrøder.

Leiðandi rentan hjá Evropiska Miðbankanum er nú 0,75 prosent.

Roknað verður við, at danski Tjóðbankin fer at fylgja Miðbankanum og hækka donsku rentuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117