Elizabeth drotning deyð

Elizabeth drotning deyð
70 ár sat Elizabeth II drotning av Bretlandi á trónuni, men í dag andaðist hon, 96 ára gomul
Elizabeth drotning bleiv 96 ár og sat 70 ár á bretsku trónuni
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.09.2022 - 18:32

Bretland syrgir í kvøld, nú tað frættist, at Elizabeth drotning er deyð á Balmoral slottinum í Aberdeen, 96 ára gomul. 

Tað váttar bretska kongshúsið. 

 

 

Drotningin setti seg á trónuna í 1952, og í juni í ár kundi hon hátíðarhalda, at hon hevði sitið á trónuni í 70 ár. 

Charles kongur hevur nú sett seg á bretsku trónuna. 

Elizabeth drotning var annars frammi týsdagin, tá hon tilnevndi Liz Truss til nýggja forsætisráðharra í Bretlandi. 

Men á middegi í dag frættist, at læknarnir hjá drotningini stúrdu fyri hennara heilsu. 

Síðani fleyg nærmasta familja hjá drotningini til Aberdeen fyri at vera um hana, og øll børnini vóru um Elizabeth drotning, nú hon andaðist. 

Elizabeth drotning hevur sitið longst á bretsku trónuni nakrantíð, og hon er tann, ið hevur sitið næstlongst á einari trónu.

Einans Ludvík 14. sat longri, tí hann sat á fronsku trónuni í 72 ár og 100 dagar í tíðarskeiðinum frá 1643 til 1715. 

 

BBC sendir beinleiðis í sambandi við, at Bretland syrgir Elizabeth II drotning. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117