Danski tjóðbankin hækkar eisini rentuna

Danski tjóðbankin hækkar eisini rentuna
Rentuhækkingin upp á 0,75 prosentstig kemur í gildi í morgin
Danski tjóðbankin fylgir Evropeiska Meginbankanum og hækkar eisini rentuna.
 
08.09.2022 - 16:23

Danski tjóðbankin hevur nú eisini hækkað rentuna 0,75 prosent stig, eins og Evropeiski Miðbankin gjørdi fyrr í dag.

Tað upplýsir tjóðbankin seinnapartin.

Rentuhækkingin í Danmark kemur í gildi í morgin, 9. september.

Danski tjóðbankin leggur dent á at hava fastan kurs, og tað ber í sær, at virðið á donsku krónuni sum heild fylgir virðinum á evruni, sum ECB er miðbanki fyri. 

Tað var roknað við, at danski tjóðbankin fór at gera sum Evropeiski Miðbankin og eisini hækka rentuna samsvarandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117