Danir skrúva hitan niður í 19 stig

Danir skrúva hitan niður í 19 stig
Undantøk vera tó gjørd á sjúkrahúsum, ellisheimum og vøggustovum
Dan Jørgensen, orkumálaráðharri, á tíðindafundinum, har hann greiddi frá sparitiltøkunum á orkuøkinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.09.2022 - 14:14

Frá 1. oktober skal hitin í øllum almennum donskum bygningum skrúvast niður í 19 hitastig.

Tað hevur Dan Jørgensen, orkumálaráðharri í Danmark, boðað frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Undantøk vera tó gjørd á sjúkrahúsum, ellisheimum og vøggustovum.

Tað verður eisini avmarkað, hvussu nógv ljós kann lýsa uttan fyri almennar bygningar.

Hetta verður alt gjørt, nú orkuprísirnir í Danmark eru hækkaðir sera nógv í seinastuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117