Óli P. farin um sýn

Óli P. farin um sýn
Kendi føroyski keiputeknarinn Óli Petersen, ið vanliga bleiv nevndur Óli P., andaðist í nátt, 86 ára gamal
Óli P. í teknistovuni á Skála, har hann upp á sín skemtiliga og speirekandi hátt viðmerkti føroysk viðurskifti við sínum strikum
 
07.09.2022 - 18:10

Hvørt mansbarn í Føroyum man ivaleyst kenna beinraktu strikuna hjá Óla P., sum í ein mansaldur hevur viðmerkt føroysk viðurskifti og føroyingar í síni heild við sínum skemtiligu keiputekningum.  

Í nátt andaðist Óli Petersen, 86 ára gamal. 

Óli Petersen teknaði so at siga til tað síðsta, tí tað var ikki fyrr enn um ársskiftið, at hann setti síðstu strikuna. 

21. januar í ár vóru John Johannessen, journalistur, og Jógvan Eli Dam, myndamaður, og vitjaðu Óla P. í sambandi við, at Óli gavst sum keiputeknari. 

220114_DV_OLI_P

 

Rukkulakkin

Óli P., sum var klaksvíkingur, gjørdi av álv­ara vart við seg sum keiputeknari í Rukku­lakk­a­num, sum var bók­ling­ur við skemti­tekn­ing­um og teksti, ið klaks­­vík­ing­ar í nøkur ár gjørdu í sambandi við norð­oy­a­stevn­una.

Seinni teknaði hann eitt skifti í Dimma­lætting. 

Óli P., sum var útbúgvin tekniskur assistentur, arbeiddi fyrst á teknistovuni á Skála Skipasmiðju, har hann eisini búsetti seg, áðrenn hann fór at starvast sum keiputeknari burturav á Sosialinum í 1988.

Stutt áðrenn Óli. P. skifti Skála skipasmiðju út við Sosialin, var mentanarsendingin í Sjónvarpi Føroya, Gluggin, og vitjaði Óla á Skála. 

Hetta var í sambandi við, at Óli hevði myndprýtt útgávuna av kvæðnum Jákup á Møn, sum kom út sum teknisøga. 

202200906_NET_OLI_P_GLUGGIN_1988

 

Óli P. teknaði í 25 ár fast fyri Sosialin, men eft­ir at samstarvið við Sosialin helt uppat í 2013, teknaði Óli eitt stutt skifti fyri Portal.fo. Seinastu seinastu fimm árini hev­ur Óli P. teknað fyri Vágaportalin (VP.fo), áðrenn hann gavst at tekna keiputekningar á nýggjárinum.

Óli Petersen var vangamynd í Degi og viku 13. desember 2013. 

DVV20131312

 

Í 2018 hevði Óli P. verið teknari í 60 ár. Sjónin var farin at bila, tá mentarnarsendingin LYST var og vitjaði hann heima á Skála 16. februar 2018 

OLI_P_HD

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835