Hava fiskað 95.000 tons í føroyskum sjógvi

Hava fiskað 95.000 tons í føroyskum sjógvi
Nógv tað mesta, sum russisku skipini hava fiskað, er svartkjaftur, næstan 86.000 tons
Umframt svartkjaftakvotuna, kunnu russisk skip eisini fiska fiska part av russisku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi undir Føroyum. (Savnsmynd)
 
07.09.2022 - 08:42

Russisk skip hava higartil í ár fiskað stív sløk 95.000 tons í føroyskum sjógvi.

Tey hava yvir 800 fiskidagar her, vísa hagtøl hjá Vørn.

Nógv tað mesta er svartkjaftur, næstan 86.000 tons.

Russisku uppsjóvarkvoturnar í føroyskum sjógvi eru í ár 75.000 tons av svartkjafti, 13.300 tons av makreli og 9.200 tons av sild, ella tilsamans 97.500 tons.

Men umframt svartkjaftskvotuna, 75.000 tons, hava skip undir russiskum flaggi atgongd at fiska í mesta lagi 13.959 av svartkjafti í føroyskum sjógvi í ár

Hetta er partur av russisku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum í 2022.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119