Elizabeth drotning hevur nú tilnevnt Liz Truss

Elizabeth drotning hevur nú tilnevnt Liz Truss
Bretland hevur fingið ein nýggja forsætisráharra, nú Elizabeth drotning hevur tilnevnt Liz Truss á Bamoral-slottinum í Skotlandi
Elizabeth drotning tekur móti Liz Trauss á Balmoral-slottinum í Skotlandi, har hon síðani tilvendi nýggju forkvinnuna í Konservativa flokkinum til forsætisráðharra
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.09.2022 - 16:04

Elizabeth drotning hevur nú tilnevnt Liz Truss nýggjan forsætisráðharra í Bretlandi.

Tað hendi á einum fundi á slottinum Balmoral í Skotlandi.

Tað boðar Buckingham Palace frá.

"Drotningin tók ímóti Liz Truss og bað hana um at skipa nýggja stjórn," stendur í boðunum.

"Frú Truss tók ímóti tilboðnum frá hennara hátign og kysti hendur hennara."  

Fyrr í dag boðaði Boris Johnsson drotningini frá, at hann legði frá sær.

Liz Truss fer seinni í dag at tala í London.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117