- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan hevði vunnið stórt

Um val var nú, hevði sitandi samgonga fingið ein lúsing frá veljarunum, tí bara fýra av hvørjum tíggju veljarunum høvdu valt samgonguna.
Samgonguflokkarnir høvdu tilsamans bara fingið 40,6 prosent av atkvøðunum, og andstøðan hevði harafturímóti fingið 57,4 prosent.
Andstøðan hevði fyri atkvøðurnar fingið 20 tingsessir og samgongan 13, vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið hjá Portalinum.
Fólkaflokkurin størsti taparin
Størsti taparin er Fólkaflokkurin, sum hevði fingið 16,1 prosent av atkvøðunum, sum er 8,4 prosentstig minni enn á løgtingsvalinum í 2019.
Hin stóri samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin, hevði eisini gingið aftur og fingið 18 prosent, men triði samgonguflokkurin, Miðflokkurin, hevði hinvegin gingið fram og fingið 6,5 prosent.
Sum seinastu kanningar hava víst, hevði Javnaðarflokkurin blivið nógv størstur - hesaferð við 30 prosentum og 10 tingsessum.
Tjóðveldi og Framsókn høvdu eisini havt framgongd, so teir høvdu fingið ávikavist 19,5 og 7,9 prosent av atkvøðunum.
Sjálvstýri ikki á ting
Sjálvstýri stendur bara til at fáa 2,1 prosent av atkvøðunum, og hevði ikki komið aftur á ting.
10 prosent av teimum spurdu hava enn ikki tikið støðu, eitt prosent hevði ikki farið á val, og tær blonku atkvøðurnar høvdu talt 1,3 prosent, um val var nú.