Landið eigur heita vatnið í Kollafirði

Landið eigur heita vatnið í Kollafirði
Uppskot um lóg um grundvatn kemur til hoyringar í heyst, og tað byggir á lógina um vatnið í Sumbiarbergholinum
Hvussu kelduvatn, ella grundvatn, kann brúkast, er ikki løgskipað enn. Men eitt uppskot um lóg um grundvatn kemur til hoyringar í heyst.
 
02.09.2022 - 10:43

Landið eigur heita vatnið í Kollafirði, stendur í gerðarbókini hjá Tórshavnar býráð.

Har stendur, at royndarboriholið var av misgáum borað á privatum øki. 

Hvussu kelduvatn, ella grundvatn, kann brúkast, er ikki løgskipað enn. 

Men eitt uppskot um lóg um grundvatn kemur til hoyringar í heyst. 

Tað uppskotið byggir á lógina um vatnið í Sumbiarbergholinum.

Býráðið sigur, at vatnið er landsogn, og kommunan kann søkja um loyvi at gagnnýta vatnið.

 

Skal hita bygningar

Heita vatnið, sum var funnið í 2014, tá jarðhitaboringar vóru á Lygnnesi í Kollafirði, skal hita bygningar hjá Tórshavnar kommunu.

Partur í fyrireikingararbeiðinum til verkætlanina er at staðfesta, hvussu vatnið kann førast frá privatøki í ein brunn á kommunalum øki. 

Talan er um, at millum annað skúlin, ítróttarhøllin, svimjihylurin og læknaviðtalun skulu fáa heitt vatn. Hóast vatnið verður brúkt til kommunalar bygningar, er framvegis hitaorka tøk til 125 sethús.

 

Lata eina millión

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið letur eina millión til verkætlanina hjá Tórshavnar kommunu.

Men treytin er, at hon byrjar í seinasta lagi í triðja ársfjórðingi í ár, tað vil siga fyri 1.oktober.

Ein onnur treyt er, at Tórshavnar kommuna eisini letur eina millión krónur til verkætlanina.

Hon, milliónin, var játtað á býráðsfundinum í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119