Ikki skynsamt at eggja fólki at ansa børnum heima

Ikki skynsamt at eggja fólki at ansa børnum heima
Skipanir eiga ikki at eggja fólki til at fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Búskaparráðið
Búskaparráðið ávarar móti at lata pengar fyri barnaansing fylgja barninum. (Savnsmynd)
 
02.09.2022 - 08:20

Búskaparráðið ávarar móti at lata pengar fyri barnaansing fylgja barninum.

Tað er ikki skynsamt, tí tað kann eggja fólki til at fara heim at ansa børnum í staðin fyri at vera á arbeiðsmarknaðinum.

Í løtuni er trupult at fáa skikkaða arbeiðsmegi til dagstovnar og til almannaverkið og sjúkrahúsverkið.

Í hesum sambandi er ikki skynsamt at koma við lóg, sum letur peningin fyri barnaansing fylgja barninum. 

Uppskotið kann møguliga eggja fólki til at fara heim at ansa børnum í staðin fyri at vera á arbeiðsmarknaðinum, sigur Búskaðarráðið.

Tað er ikki mett at vera haldbart, tá trot er á arbeiðsmegi.

 

Byggivinnan hevur enn avbjóðingar við at fáa fólk, sigur Búskaparráðið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eiga at strika skattafrádrátt

Og trotið verður størri í framtíðini, tá fleiri eldri fólk vera samanborið við fólk í arbeiðsførum aldri.

Skipanir eiga ikki at eggja fólki til at fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Búskaparráðið.

Byggivinnan hevur enn avbjóðingar við at fáa fólk. 

Fyri at bøta um hesa avbjóðing er upplagt, at landið strikar frádráttin í skattinum, sum føroyingar, sum arbeiða uttanlands, fáa. 

Hetta fyri at stimbra føroyingar at koma aftur til Føroya at arbeiða, sigur Búskaparráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551