Martin Agnarsson seldur til Viborg

Martin Agnarsson seldur til Viborg
B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur selt Martin Agnarsson til superligaliðið Viborg FF
18 ára gamli Martin Agnarsson hevur spælt seg til ein yrkissáttmála við danska superligaliðið Viborg FF
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo  
 
31.08.2022 - 23:17

"Takk fyri hesuferð Martin og blíðan byr."

Soleiðis skrivar B36 á Facebook-vanga sínum í kvøld, nú felagið hevur selt 18 ára gamla Martin Agnarsson til Viborg FF, ið spælir í donsku superliguni. 

Sambært B36, hevur Martin Agnarsson undirskrivað ein trý ára sáttmála við Viborg, sum annars var liðið, ið sendi B36 úr Conference League-kappingini herfyri. 

Martin Agnarsson spældi sín fyrsta dystin fyri besta liðið hjá B36 tann 21. juni 2020 á útivølli móti ÍF, og tilsamans hevur Martin Agnarsson spælt 58 dystir á besta liðnum hjá B36, og hann hevur skotið fimm mál.

Seinasta málið var skotið á Eiði sunnudagin móti NSÍ.

 

Dystir móti Viborg avgerandi

Sambandið millum Martin Agnarsson og Viborg kom, sambært B36, í lag eftir dystirnar í Conference League-kappingini, har Martin Agnarsson stóð seg so mikið væl, at hann stutt eftir varð boðin til Viborg á vitjan.

B36 sigur í fráboðanini í kvøld, at felagið er errið av, at tað hevur eydnast Martini Agnarssyni at spæla seg til ein yrkissáttmála. 

B36 og Viborg FF eru samd um ikki at upplýsa upphæddina, sum Viborg hevur latið B36 fyri Martin Agnarsson 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008