- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendistovurnar brúktu minni enn játtað
Sendistovurnar brúktu minni enn játtað
Korona hevði eisini við sær, at minni var brúkt enn játtað at marknaðarføra Føroyar

Tá føroyska sendistovan í Ísrael læt upp. Jenis av Rana, landsstýrismaður, heldur røðu.
30.08.2022 - 08:25
Føroysku sendistovurnar brúktu minni enn tær fingu játtað í fjør.
Játtaðar vóru 27,8 mió. kr. Men bara 24,7 milliónir vóru brúktar.
Allar sjey sendistovur brúktu minni enn tær fingu.
Játtaðar vóru eisini 700.000 krónur til at marknaðarføra Føroyar.
Men har var bara góð helvtin var brúkt.
Orsøkin er korona, hevur Uttanríkismálaráðið greitt Landsgrannskoðanini frá.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV