- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland og Kina nærkast norðpólinum

Stytsti vegurin fyri russiskar rakettir og bumbuflogfør til Norðuramerika, er um norðpólin.
Tað skrivaði NATO aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, í kanadiska blaðnum, The Globe and Mail, tá hann var á vitjan hjá kanadiska forsætisráðharranum, Justin Trudeau í vikuni. Teir umrøddu russisku framferðina við norðpólin.
Í juli boðaði Vladimir Putin, forseti frá, at økið við norðpólin skuldi verjast, og tað skuld økið við Svalbard eisini.
Russiska framferðin í Norðurhøvum leggur stórt trýst á NATO-samgonguna, skrivar Stoltenberg.
Arktis er portrið til Norðuratlantshavið, og tí er neyðugt at vera á varðhaldi, fyri at tryggja okkara egnu framtíð, skrivar Stoltenberg.
Ávarar móti kinesiskum ætlanum
Jens Stoltenberg ávarar eisini ímóti kinesisku ætlanunum í arktis.
- Kina vísir arktis stóran áhuga og sigur seg vera eitt av grannalondunum hjá arktis.
Landið umhugsar ein sonevndan arktiskan silkiveg, sum skal tryggja Kina atgongd til Europa, umvegis arktis.
Fyrr í ár boðaðu Russland og Kina frá, at londini saman fara at økja um sítt virksemi í arktis.
Tað fer at geva okkum stórar avbjóðiungar, sum vit ikki eiga at undirmeta, skrivar Jens Stoltenberg.