Nógvir migrantar um Ermasund

Nógvir migrantar um Ermasund
Higartil í ár eru yvir 25.000 flóttafólk og migrantar komin til Bretlands um Ermasund, upplýsa myndugleikarnir
 
28.08.2022 - 16:26

Higartil í ár eru yvir 25.000 flóttafólk og migrantar komin um Ermasund til Bretlands, upplýsa myndugleikarnir í Bretlandi.

Í gjár tók bretska sjóverjan 915 fólk úr 19 smáum bátum, sum vóru á ferð um sundið.

14. august upplýstu myndugleikarnir, at yvir 20.000 fólk vóru komin um Ermasund. Higartil í august eru 8.747 fólk skrásett at vera komin til Bretlands um Ermasund. Í fjør komu 11.300 fólk úr Fraklandi til Bretlands somu mánaðir.

Seinastu árini eru alsamt fleiri fólk sum royna at koma um Ermasund til Bretlands, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497