- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísir: Landsstýrið leggur ikki uppí
Oljuprísir: Landsstýrið leggur ikki uppí
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur seg ivast í, um tað ber til at leggja uppí
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.08.2022 - 18:00
Tað liggur ikki í kortunum, at landsstýrið fer at leggja uppí at tryggja betri kapping á oljumarknaðinum.
Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum, segði í útvarpstíðindunum mikukvøldið, at tað ber til politiskt at tryggja veruliga kapping á oljumarknaðinum.
Men Magnus Rasmussen ivast í, um tað ber til at gera eitt slík inntriv.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26082022_Magnus_um_oljufelog
Janus Thomsen, stjóri í Effo, og Finn Jakobsen, stjóri í Magn, vísa aftur, at føroysku oljufeløgini taka størri vinning enn útlendsk feløg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV