- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingu nógv minni fyri Magnus Heinason
Fingu nógv minni fyri Magnus Heinason
Roknað var við at fáa 3,5 mió. kr. fyri skipið, men tað var selt fyri 900.000 kr.

Magnus Heinason var seldur av landinum fyri 900.000 kr., nógv minni enn væntað á fíggjarlógini.
26.08.2022 - 09:03
Í fíggjarlógini fyri 2021 var roknað við, at 3,5 milliónir krónur fingust fyri gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason.
Men, tá avtornaði, var hann seldur fyri 900.000 kr., tí minniinntøkan er 2,6 milliónir, sæst í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2021.
Landsstýrið hevur greitt frá, at hóast Magnus Heinason var til sølu í hálvt ár, eydnaðist ikki skipsmeklaranum at fáa meira fyri skipið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV