- Tíðindi, mentan og ítróttur
Audi fer at luttaka í Formil 1
Í dag kunngjørdi týski bilframleiðarin Audi, at Audi hevur ætlanir um at gerast veitari av motorum til eitt lið í Formel 1 í 2026.
Hetta hendi í sambandi við ein tíðindafund á belgiska Spa-kappkoyringarbreytini, har tað um vikuskiftið verður Formil 1-kappkoyring.
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at Audi luttekur í F1.
Enn er ikki greitt, hvat lið fær gleði av Audi-motorunum. Tað verður ikki almannakunngjørt fyri enn við ársenda.
"Kappkoyring er ein partur av grundvøllinum undir Audi. Formil 1 er bæði ein heimsumfatandi pallur fyri okkara vørumerki, men eisini ein góð avbjóðing fyri okkara menningarstovur," sigur Markus Duesmann, sum er nevndarformaður í Audi.
F1-motorurin verður mentur og bygdur á Audi-verksmiðjuni í Neuburg, sum liggur nærhendis Inglostadt í Týsklandi.
Tað eru serliga nýggju umhvørviskrøvini, sum verða sett í gildi í F1 næstu árini, ið hevur gjørt, at Audi nú fer inn í heimsins fremsta motorítrótt.
Broytingarnar fara at merkja, at F1-motorarnir frá 2026 skulu vera minst 50 prosent el-riknir.
Samstundis skal brennievnið, ið verður brúkt í F1-motorunum vera 100 prosent burðardygt.
Í F1-umhvørvinum verður væntað, at tað verður Alfa Romeo-liðið, sum fer at samstarva við Audi um motorarnar. Í løtuni koyrir Alfa Romeo, sum kallaðist Sauber, við motorum frá Ferrari.